Johan Ellingsgaard flutti til Danmarkar í lestrarørindum síðsta summar. Hann var við frá byrjan hjá Vanløse, sum spældi venjingardyst móti Ringsted leygardagin. Johan Ellingsgaard spældi vongverji í høgru í fyrra hálvleiki. Michael Madsen, venjari, skifti alt liðið út í steðginum. Tað er framvegis ikki greitt, um Johan Ellingsgaard verður knýttur at hópinum. Ringsted vann 2-1.