Elligamal jødi fekk ítróttarmet aftur

Ì 1936 fekk Gretel Bergmann sítt met strikað, tí hon var jødi. Men nú hevur frælsa ítróttarsambandið í Týsklandi rættað uppá órættin, og hevur syrgt fyri, at avrikini hjá Gretel Bergmann koma til heiðurs og æru aftur

Ítróttur

Ofta kunnu ganga mong ár, áðrenn ein órættur verður rættaður upp aftur. Tað má tann nú 95 ára gamla Gretel Bergmann, sum er týskur jødi av sonnum sanna. 30. juni í 1936 setti tann tá 22 ára gamla, Gretel Bergmann týskt met í hæddarlopi, tá hon leyp 160 sentimetrar. Men stutt aftaná, tá nazistarnir funnu út av, at Gretel Bergmann var jødi bleiv hetta týska metið strikað, sum var ein ræðulig eyðmýking fyri Gretel Bergmann.
Tað neit eisini Gretel Bergmann dygt, at hon heldur ikki slapp at taka lut á olympisku leikunum í Berlin í 1936. – Eg var rasandi, tá eg fekk at vita, at eg ikki slapp við til olympisku leikirnar. Tá fór eg heim og legði ætlanir um hvussu eg kundi flýggja til USA.

Viðurkend aftur
Við amerikanska blaðið, Daily News, sigur Margaret Bergmann Lambert, sum hennara fulla navn er:
- Eg var slettis ikki til, tí eg var jødi. Sum allir aðrir týskir jødar, so gjørdist Gretel Bergmann eisini statsleysur borgari.
– Eg haldi ikki, at míni avrik vóru framúrskarandi, eg var bara ein javnt góður atletur. Eg vandi ikki eingong so nógv, sum eg burdi. Frælsa ítróttarsambandið í Týsklandi hevur nú loksins viðurkent metið hjá Gretel Bergmann, og tað kemur nú at standa í teimum søguligu yvirlitunum hjá tí frælsa ítróttarsambandinum.
Týska ítróttarsambandið leggur herðslu á, at henda avgerðin kann á ongan hátt rættvísgera tað, sum er hent. Avgerðin er meira ein symbolsk staðfesting.

Maður í kvinnu stað
Tað sum ger avgerðina hjá nazistunum enn verri er, at Dora Ratjen sum bleiv tikin út til týska liðið ístaðin fyri Gretel Bergmann vísti seg at verða ein maður. Tað bleiv tó ikki avdúkað fyrr enn seinni, at Dora Ratjen í veruleikanum var ein maður, sum æt Horst Ratjen. Horst Ratjen var avdúkaður av einum lækna í 1938, og tá bleiv hann/hon koyrd/ur av liðnum.
Tann 95 ára gamla Gretel Bergmann býr í dag í USA. Í 1937 eydnaðist tað henni at flýggja úr Týsklandi til New York, har hon var væl móttikin. Tað eydnaðist henni at gerast amerikanskur meistari í longdarlopi, bæði í 1937 og í 1938. Sum ung kvinna svór hon, at hon skuldi ongantíð vitja Týskland aftur, men hon kom á aðrar tankar.
- Ein kann ikki lasta teimum ungu týskarunum fyri tað, sum abbarnir hjá teimum gjørdu, sigur Gretel Bergmann við blaðið, New York Daily News. Gretel Bergmann hevur verið gift við tí 99 ára gamla Bruno Lambert í samfull 71 ár. Gretel Bergmann viðgongur tó, at tað hevur mangan verið ringt hjá henni at hyggja eftir olympisku leikunum í sjónvarpinum.
– Fyri at siga tað, sum tað er, so plagdi eg at sita og banna niður og norður, meðan leikirnir vóru, men eisini á tí økinum havi eg sissað meg rættiliga nógv, og eg dugi nu betur at njóta teir olympisku leikirnar, sigur Gretel Bergmann við Daily News. Leingi er tað, ið væl skal vera.