Ellen Lützen 98 ár

Sunnudagin 6.mai verður Ellen Lützen í Havn 98 ár.

Ellen er fødd niðri í Stovu í Sjúrðargarði í Fámjin. Foreldrini vóru Anna og Ellindur Erlingsson. Tey vóru 12 systkin, níggju systrar og tríggir beiggjar. Ellen giftist við tí javngamla Mogens Lützen, sum doyði í fjør. Tað kann vera nevnt, at tey náddu at vera gift í ikki færri enn 73 ár. Vit kunnu ikki siga við vissu, at hetta er met, men tað kann so ikki vera langt frá.

 

Tað er ein stuttlig søga um, hvussu Ellen og Mogens funnu saman. Hetta var á hospitalinum, har hon starvaðist sum sjúkrasystir. Mogens hevði verið so óheppin - ella meira at kalla heppin, tá hugsað verður um avleiðingarnar - at seta eitt grasstrá í hálsin, sum ikki fekst burtur við egnari hjálp. Tískil mátti hann fara á hospitalið at fáa hetta orðnað. Sjúkrasystirin var Ellen úr Fámjin og ferdugt var! Hetta grasstráið kom tískil at gerast hansara lagna og lukka.

 

Tað ber illa til at nevna Ellen uttan at nevna Mogens eisini. Hann var sonur Ellen og Valdemar Lützen, sum grundlegði handilsfyritøkuna við sama navni. Hon hevur havt eitt sera stórt virksemi gjøgnum tíðirnar, men serliga gjørdist hon kend millum manna fyri sølu av “kul, koks og brænde”.

 

Tað kom at gerast Mogens, sum kom at dríva fyritøkuna víðari aftaná pápan. Hann fekk útbúgving í Danmark og starvaðist her, inntil hann fyrst í 30-unum fekk boð um at koma heim aftur.

Tá fóru tey eisini undir sølu av olju, bensini og petroleum, sum varð selt til skip og húsarhald kring landið.

 

Tað ber til at lesa meira um virksemið hjá Valdemar Lützen á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo Tað verður klikt inn á tilvísingina til gomlu heimasíðuna, og greinin er at finna í blaði nr. 335.

 

Tá heimsbardagin brast á, gjørdist Mogens saman við Brockie enskur varakonsul, og teir vóru “vara” hjá pápanum Valdemar og Mason, sum vóru konsular. Tað er óneyðugt at siga, at hetta hava verið týdningarmiklir sessir undir bretsku hersetingini.

 

Tað kann verða nevnt, at hesir fýra, sum røktu konslastarvið, vóru samdir um, at føroyska flaggið skuldi góðkennast, og sendu teir fjarrit til London við hesum boðum. Hetta er eisini ein partur av okkara flaggsøgu. Seinni gjørdist Mogens franskur konsul. Mogens var eisini í eini 25 ár fram til 1980 nevndarlimur í Føroya Banka. Her var hann kendur sum ein skilamaður. Mogens var í nógv ár virkin limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag.

 

Fremst av øllum var Valdemar Lützen ein fyritøka, har arbeiðsfólkið treivst, og tað eru fleiri dømi um fólk, sum arbeiddu her í 50 ár og meira enn tað.

 

Aftanfyri alt hetta virksemi mátti standa ein góð kvinna. Ellen var eisini Mogens ein góð konu, sum hevur stýrt húsinum við myndugleika, og eigur hon eisini sín part av avrikinum hjá manninum. Hon er framvegis skilagóð. Tað hevur altíð verið stuttligt at hitta Ellen. Skilið er gott, hon dugir eisini væl at greiða frá. Hon hevur framvegis eina støðu til støðuna í landinum. Hon kann gott vera eitt sindur braneggjað!

 

Ellen og Mogens fingu fimm børn. Tey eru Valdemar, sum er giftur við Nannu úr Klaksvík, Kim, sum er giftur við Ásu úr Norðagøtu, Anni, sum er ógift, og Eydna, sum er gift við Svend, sum er dani, tey búgva niðri, og Herluf, sum doyði í 1987. Afturat teimum vaks systirsonurin Ellindur upp hjá teimum, tá mamma hansara doyði, tá hann var heilt lítil.

 

Nú hevur Ellen nátt ein aldur, sum er teimum fægstu beskorið. Hon hevur upplivað nógv og verið ein partur av menningini í Havn. Seinastu árini hevur hon búð á Lágargarði, og hon letur sera væl at, at her er framúr gott at vera.

Góða Ellen! Hjartaliga tillukku við tí stóra degnum!

ó.