Ellen dómari í American Idol

Skemtarin Ellen DeGeneres skal avloysa Paulu Abdul við dómaraborðið í American Idol. Nú er nakað síðani, at Paula Abdul boðaði frá, at hon fór at gevast sum dómari í American Idol. Leingi hevur verið gitt um hvør fór at koma í hennara stað, og nú er avgerðin tikin.

 

Ellen DeGeneres verður nýggi dómarin, sum sangararnir skulu royna at sannføra.

 

Paula Abdul væntar, at tað fer at ganga væl. - Eg vænti, at Ellen verður ein fantastiskur dómari. Hon er stuttlig og dugir síni ting, og eg ynski henni góða eydnu.

 

Ellen verður at síggja á skíggjanum í januar, tá live-showini vera.