Í teimum seinastu døgunum hevur tað verið nógv kjak umkring Lars Løkke Rasmussen og hvørt hann fer eftir at blíva forsætisráðharri aftur.
Í gjárskvøldi var kjak ímillum tey trý forsætisráðharra-valevnini og tey sluppu heldur ikki undan, at siga sína meining um leiklutin hjá formanninum og stovnarinum av Moderatunum.
Søren Pape Poulsen varð spurdur um hann fer at stuðla eini bláari stjórn, har Lars Løkke Rasmussen er forsætisráðharri.
- Tað krevst at hann boðar frá, at hann er forsætisráðharra-valevni, segði Pape
Vinstra formaðurin, Jakob Ellemann-Jensen, varð spurdur um hann heldur ynskti Løkke sum forsætisráðharra enn eina stjórn við reyðum og bláum flokkum, sum Mette Frederiksen ynskir.
- Tað er treytað av hvussu Lars sær seg sjálvan, og hvørjum parti av miðjuni hann er av. Eg kann endurtaka her, eg fari ikki at gera Mette Frederiksen til forsætisráðharra, so tað svarar jú eisini tínum spurningi, segði Ellemann.