ELLEMAN HÓTTIR NYRUP

Tað er týðuligt, at bankakanningin og Føroyamálið verður brúkt sum upphiting millum oddafiskarnar í donskum politikki, nú fólkatingsval er í eygsjón

Uffe Elleman-Jensen, formaður í danska Vinstraflokkinum hevur sína egnu heimasíðu á internetinum. Hvørja viku leggur hann sítt egna elektronsiska vikubræv út, har hann ber fram síni sjónarmið um dagsins viðurskifti.


Og í fyrstu útgávuni av hesum vikubrævi í ár er hann ikki mjúkur í orðum við forsætisráðharran.


­ Hóast Nyrup kanska megnar at krúpa undan, nú hann er í Føroyum, so gongur tað ikki, tá bankakanningin er almannakunngjørd. Tá skulu vit hava svar upp á allar spurningarnar, hann higartil hevur hopað undan: Hvat visti hann um støðuna? Nær visti hann tað? Hvør segði hvat - og hví ikki?


Fólkatingsval verður í seinasta lagi í september í ár?