Ella og Sam vóru skjótast

Ella Árstein og Sam Vang vunnu kappingina, tá hálvt maraton var á skránni í Vágoynni leygardagin

Veðrið var av tí besta, tá tað, ið undan kappingini varð rópt “Føroya vakrasta rennikapping” fór av barkastokki. Sólarglottar, lýtt, turt og eitt lot undan tað mesta av leiðini. Bert seinasta teinin av Giljanesi fingu rennararnir mótvind.

 

Sam Vang og Henry Olsen vístu sera góðan form og fingu heilt góðar tíðir á hesi tungu rutuni, har eisini  2 km langa brekkan frá kirkjuni í Sørvági niðan til flogvøllin kostar nógv í endaliga tíðarroknskapinum.

 

Ella Áarstein rann eisini upp til sítt allar besta, og vann kappingina hjá kvinnunum í harðari kapping við Eydnu Olsen og við Astrid Joensen. 40 kvinnur og 44 menn komu á mál í kappingini.

 

Samlaði úrslitalistin frá kappingini sæst HER.