Elkin leiðir varðhaldið og kriminalforsorgina

Nú kom túrurin til, at Krimimalforsorgin og varðhaldið eru løgd saman

Nú eru varðhaldið og Kriminalforsorgin í Føroyum løgd saman.

 

Samstundis hava tey fingið eina felags leiðslu, og tað er Elkin Klettheyggj, sum frammanundan hevur verið leiðari á kriminalforsorgini í eina tíð.

 

Í Sosialinum hetta vikuskiftið greiðir Elkin Klettheyggj frá, at uppgávan var at skapa eitt enn tættari samstarv og geva brúkaranum eina samanhangandi gongd.

 

Endmálið við tí er at tíðin í skipanini sama um tað var sum fongslaður ella royndarleyslatin, kundi gagnnýtast sum best.

 

Elkin Klettheyggj sigur, at í Varðhaldinum eru 12 fangavørðar og har eru 14 pláss í varðhaldinum, men í miðal sita 12 fólk inni.

 

- Hetta eru bæði fólk sum eru varðhaldsfongslað, fólk sum bíða eftir dómi og fólk sum sita, tí tey hava fingið dóm.

 

- Av tí at vit einki fongsul hava í Føroyum, men eitt varðhald er tað avmarkað, hvussu langan dóm, fólk kunnu sita í Føroyum, sigur Elkin Klettheyggj.

 

Av tí sama fara tey, sum skulu sita longur enn 1,5 ár til Danmarkar at sita og í løtuni sita seks fólk í Danmark, sum eru send úr Føroyum.

 

Men herumframt hevur Kriminalforsorgin eisini eftirlit við fólki, sum antin hava viðgerðardómar, eru royndarleyslatin, hava treytaðar dómar ella eru dømd til samfelagstænastu.

 

Í løtuni eru eini 50 í eftirliti, og harafturat gera tey persónskanningar, sum eru áleið 70 í tali um árið.

 

Elkin Klettheyggj vísir á, at leigumálið í Mjørkadali gongur út á sumri í 2018.

 

- Eftir hetta er óvist, hvar vit skulu vera, men tað hevði verið ynskiligt at fingið eina varandi loysn  - og helst eina loysn, sum leggur upp fyri okkara tørvum og avbjóðingum. 

 

Les meiri um viðurskiftini í Sosialinum hetta vikuskiftið.