Eftir formliga landsstýrisfundin í gjár er veruliga vátt komið í reiðrið í samgonguni.
Løgmaður og varaløgmaður skýra hvønn annan fyri at hava brotið gjørdar avtalur, og harvið hava sett samgonguna í so stóran vanda, at ivasamt er, um hon kann bjargast.
Høgni Hoydal sigur, at løgmaður hevur brotið allar avtalur, nú hann hevur slept høvuðssetninginum hjá samgonguni um fullveldi.
Anfinn Kallsberg sigur, at Høgni Hoydal hevur spælt solospæl, tá hann móti vilja løgmans hevur borið uppskot um sjálvstýrisleist og uppskot um at staðfesta sjálvsavgerarrætt føroyinga í tingið. Anfinn Kallsberg ger somuleiðis greitt, at um Høgni Hoydal ikki tekur uppskotini aftur, hevur Tjóðveldisflokkurin meldað seg út úr samgonguni.
Nýtt uppskot
Stríðið byrjaði fríggjadagin í farnu viku, tá løgmaður á samgongufundi boðaði restini av samgonguni frá, at hann ikki fór at góðtaka, at fólkaatkvøða verður hildin 26. mai um ein bundnan sjálvstrýrisleist, eins og landsstrýrið boðaði frá á tíðindafundi 1. februar.
Løgmaður gjørdi Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum greitt, at hann metti fólkaatkvøðuna fara at falla, og at avleiðingarnar av hesum føru at vera ógvusligar.
Anfinn Kallsberg skivaði millum annað hetta í brævi til Helenu Dam á Neystabø og Høgna Hoydal dagfest hósdagin 22. februar:
»Seinastu veljarakanningarnar bendu eisini á, at meirilutin av føroysku veljarunum rokna við, at Poul Nyrup Rasmussen fer at halda fast við hóttan sína um at minka blokkin yvir 4 ár. Eg fari ikki ú til fólkaatkvøðu, har útlit eru til at tillaga føroyska búskapin undir hesum fyritreytum. Tað havi eg boðað frá fleiri ferðir, og tað haldi eg fast við, tí tað er politiskt ógjøgnumførligt«.
Tí legði Anfinn Kallsberg í staðin eitt nýtt uppskot á sjálvstýrisleið fyri samgonguna. Hetta var eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at arbeiða fyri at gera djútøkar broytingar í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar ímillum. Uppskotið líkist nógv sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum. Tað miðar eftir at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál innan fyri heimastýrislógina, víðka uttanríkispolitisku heimildirnar, minka heildarveitingina og seta á stovn ein búskapargrunn.
Fullveldi er ikki nevnt við einum orði í uppskotinum hjá løgmanni. Tí góðtaka Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin als ikki uppskotið.
Samgongufundurin fríggjadagin kom ikki til annað úrslit, enn at málið skuldi leggjast á ís, til løgmaður kom aftur til Føroya í næstu viku.
Bar málið í tingið
Men málið hvíldi ikki leingi. Týskvøldið frætti løgmaður til London, at Høgni Hoydal hevði sett uppskot um sjálvsstýrisleist og fólkatkvøðu, uppskot um stuðul til fólkaatkvøðuna og uppskot til samtyktar um at staðfesta sjálvsavgerarrætt føroyinga á skránna fyri formligan landsstýrisfund mikumorgunin klokkan.
Høgni Hoydal ætlaði, at málini skuldu kunna latast løgtingsskrivstovuni áðrenn klokkan 16 mikudagin, tá feistin fyri framløgu hesa tingestuna var úti.
Hetta leyp øði í løgmann, sum tíðliga mikumorgunin gjøgnum telefax av hotelli sínum sendi Høgna Hoydal hvassorðað bræv.
Í brævinum skrivaði Anfinn Kallsberg millum annað soleiðis:
»Um hesi málini fara niðan í løgtingið, uttan at flokkarnir í samgonguni eru samdir áðrenn, meti eg hetta sum so stórt álitisbrot, at eg taki hetta sum uppsøgn av politiska samstarvinum. Tí fari eg einaferð enn at fráráða tær hetta.«
Avleiðingin av hesum varð, at Høgni Hoydal, sum var virkandi løgmaður, fyrst úsetti landsstýrisfundin til á middegi og síðani til klokkan 13 meðan hann hugsaði seg um.
Landsstýrisfundurin varð settur eitt sindur seinni enn klokkan 13, og endaði hann við, at tvey uppskot í fullveldismálinum fóru fyri tingið. Eitt uppskot um sjálva fullveldistilgongdina, umframt eitt serligt uppskot til samtyktar, um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
Uppskotið um fullveldistilgongdina var tað sama, sum landsstýrið boðaði frá á tíðindafundi 1. februar, bert uttan fólkaatkvøðuna 26 mai.
Hetta leyp aftur øði í løgmann, og boðini frá Anfinn Kallsberg úr London vóru, at nú hevði Høgni Hoydal gjørt móti boðum løgmans, og at hetta fór at fáa avleiðingar. Men samstundis segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, at hann fór at tosa við Høgna Hoydal, tá hann kom aftur til Føroya, og geva honum ein møguleika at taka uppskotið aftur.
Løgmaður kom aftur til Føroya í gjárkvøldið, og í dag fer løgmaður helst at tosa við Høgna Hoydal um støðuna.
Útlitini fyri at finna eina semju eru kortini lítil. Høgni Hoydal hevur sent løgmanni eitt bræv, har hann sigur, at hann ikki bakkar, og løgmaður hevur gjørt greitt, at Tjóðveldisflokkurin ikki longur er við í samgonguni, um hann ikki bakkar.
Høgni Hoydal hevur í brævi gjørt løgmanni greitt, at tað er ábyrgdarleyst at brúka hóttanir í politikki, og at tað er ábyrgdarleyst, at fullveldismálið skal gevast upp fyri skutil.
Tað stendur sostatt í botni í fullveldismálinum, og ivastamt er, um tað eydnast at finna nakara semju. Samgongan hevur aldri áður verið í so stórum vanda, sum nú.