Elisabeth ætlar at stevna pápanum

Elisabeth Fritzl fer at draga pápan í rættin, tí hann hevði hana sum gísla í 24 ár Christoph Herbs, sum er sakførari hjá teirri 42 ára gomlu Elisabeth Fritzl, sigur, við bretska blaðið Daily Telegraph, at Elisabeth umhugsar at draga pápa sín í rættin.

Verður Josef Fritzl stevndur, verður tað fyri at hava læst Elisabeth inni fyri 24 árum síðani og at hava havt hana og børn teirra innistongd.

Christoph Herbs er eisini sakførari hjá teimum seks børnunum hjá Elisabeth, og nú verður kannað, um tey skulu reisa endurgjaldskrav ímóti pápanum.