Elisabeth og Essa á Kirkjuveg: Fyrstu losjulimir í Havn

Tað vóru megnarfólk, sum í síni tíð stóðu á odda fyri fráhaldsrørsluna í Føroyum. Ì gamla kirkjugarði liggja fleiri av teimum, sum gingu á odda sum Djóni í Geil og Peter Jensen. Onnur vóru Elisabeth og Elieser Hansen, nevndur Essa á Kirkjuveg, sum vit umrøða hesa ferð

Eliesar var sonur jekaran Ole Hansen (1825-1871) úr Havn og Sunnevu Joensdatter (1819-1895) úr Kunoy.
Elisabeth var dóttir Ole Poulsen (1820-1887) og Onnu Cathrine Frederikke Pederdatter (1821-1892), bæði úr Havn.
Í 1901 kemur danin Laurits Henriksen til Føroya at búgva. Í 1902 skipar hann fyri at stovna eina fráhaldslosju í Havn, og fær hon navnið Støt Viljen. Á stovnandi fundinum vóru 11 limir, og Essa og Elisabeth verða limir nummar 1 og 2.
Essa gjørdist eisini beinanvegin skrivari í losjuni. Tað varð skjótt, at tað eisini var stovnað ein ungdómslosju, har sjálv losjan skuldi vera umboðað í nevndini. Í 1904 gjørdist hetta Essa.
Undirtøkan fyri losjuna gjørdist so stór, at skjótt gjørdist neyðugt við eini losju afturat, og fekk hon navnið Polarstjernen. Essa og Elisabeth vóru við til hesa stovnan, og Essa gjørdist eisini ovasti templari.
Tað var eisini skjótt, at tað vísti seg at vera tørvur á at byggja eini felagshús, og her kom Eliesar í byggi­nevndina.
Í 1904 fer Henriksen av landinum. Skipað verður fyri fráfaringarveitlsu, har Essa var eina av talarunum.
Í 1907 fær fráhalds­rørslan ta stóru avbjóð­ing­ina, sum fólkaatkvøðan um at banna fríu rúsdrekka­søluna var.
Tað ráddi um hjá frá­haldsrørsluni at fáa flest møgulig at taka undir við uppskotna rúsdrekka­banninum.

Fekk Peter Jensen
til Føroya
Í Polarstjernen skeyt Eliesar Hansen upp, at Losjan skuldu arbeiða fyri at fáa ein ordanstalara, sum tey nevndu tað, úr Dan­mark til Føroya. Hetta uppskot fekk góða undir­tøku í losjuni. Enda­málið við einum slíkum talara var, at hann skuldi arbeiða fyri at fáa losjur stovnaðar kring landið, men hann skuldi eisini leiða eitt komandi valstríðið um rúsdrekka­lógina.
Í fyrsta umfari var ikki hugur í Danmark at senda nakran slíkan talara til Føroya. Teir vildu hinvegin stuðla við kr. 300. Men hesum vóru losjurnar í Føroyum ikki nøgdar við. Hetta endaði við, at Peter Jensen kom til Føroya. Hann og kona hansara Vilhelmina hava fyrr verið umrødd í hesi røð. Peter Jensen kom at hava sera stóran týdning fyri okkara samfelag á so ymiskum økjum sum fráhaldsarbeiði, mjólkaforsýning, sjúkra­kassarørslu og øðrum.
Tað gekk væl við fólka­atkvøðuni út frá einum fráhaldssjónarmiði, tí stór­ur meiriluti var fyri at steðga fríu rúsdrekka­søluni.
Aftaná fólkaatkvøðuna linkaði virksemið í losjun­um, men framvegis var Essa ein av teimum sum vardu borg á ovastu rók.

Fyrstur við uppskoti
um fráhaldssjúkrakassa
Eisini á øðrum økjum innan losjuarbeiðið gekk Essa á odda. Hann hevði longu í 1906 skotið upp at stovna ein fráhaldssjúkra­kassa fyri at styrkja saman­haldið millum limirnar. Hann kom eisini í eina nevnd at fyrireika hetta. Tað kom tó einki burtur úr hesum fyrr enn Peter Jen­sen kemur til Føroya árið eftir. Sjúkrakassin gjørdist ikki tað, sum menn høvdu vónað, men kortini vóru tað losjulimir og teirra eftirsitandi sum fingu gleði av jarðarferðar­hjálpini hjá hesum sjúkra­kassa. Í 1922 var fráhalds­sjúkrakassin lagdur saman við Havnar Sjúkrakassa við Peter Jensen sum formanni.

Essa var við í
nýggjari byrjan
Í 1923 var losjuvirksemið komið so langt niður, at neyðugt var við eini nýggj­ari byrjan. Alfred Hansen, danskur losju­maður, verður sendur úr Danmark til hesa uppgávu, og hann gistir hjá Peter Jensen. Sama kvøld koma Essa og Elisabeth á gátt, har tey øll leggja ætlan­ir fyri hesa avbjóðing. Soleiðis vóru Essa og Elisabeth nú aftur við til at leggja lunnar undir losj­una, og tey fingu eisini bæði álitis­størv í endur­skipaðu losjuni.
1. maj 1927 kundi losjan Støt Viljen hátíðarhalda sín 25 ára stovningardag. Á stovningarhátíðini vóru Essa og Elisabeth saman við Jákup Andreas Arge útnevnd til heiðursgestir fyri teirra virksemi.
Tá fór at ganga framá aftur við losjuni, men nú fóru teir gomlu at falla frá. Essa doyði í august 1930, og losjan mintist hann við virðing.

Essa var eitt arbeiðsgrev
Tá ið Essa doyði, skrivaði Dimmalætting hesi minningarorð um hann:

Med Elieser Hansen (Essa á Kirkjuveg), der i Tirsdags afgik ved Døden, er en kendt og agtet thorshavnsk Borger gaaet bort. Han var født 23. august 1862 her i Thorshavn og blev saaledes knapt 68 Aar gammel.
Elieser Hansen var kendt som en dygtig og indsigts­fuld Stenarbejder, og han har været med til at opføre flere af vor største Sten­bygninger. Som et bevis paa den Tillid, han nød paa dette omraade, kan anfør­es, at han har været Syns­mand ved Kirkerne samt tilsynsførende ved Sten­arbejdet under Opførelsen af det nye Amtsbibliotek.
Elieser Hansen var en ualmindelig flittig og interesseret Jordbruger, og han har her nedlagt et saa stort og omhyggeligt Arbejde, at det er et værdigt Eksempel paa Efterfølgelse.
Hans Trø hører til de bedst anlagte og mest omhyggeligt dyrkede her i Byen, og det er særligt værd at fremhæve, at dette Dyrkningsarbejde hoved­sagelig er udført efter den almindelige Arbejdstids Ophør i sene Aften- og Nattetimer, da han ellers nok kunde trænge til at hvile sig efter Dagens Byrde og Hede.
Afholdsarbejdet havde hans største Interesse, og han var med til at stifte Goodtempler Logen “Støt Viljen” for godt 25 Aar siden. Han var ogsaa stærkt interesseret i de forskellige betydningsfulde Sager, der i Aarenes Løb har været fremme i vort Samfund, og han var i en Valgperiode (1921-1924) Medlem af Thorshavn Byraad.
De sidste to Aar var den før saa raske og energiske Mand mærket af den Syg­dom for hvilken han for­gæves har søgt Hel­bredelse bl.a. paa Rigshospitalet i København, og han var utvivlsomt selv for længe siden klar over, at det bar mod Døden. Nu er denne Hædersmand efter en lang og vel anvendt Arbejdsdag gaaet ind til den evige Hvile.
Fred være med hans Minde.

Børnini
Tey bæði fingu børnini:
Elisabeth Helene
f. 7.5 1883
Olevina Katrina
f. 12.10 1887
Ole Sofus
f. 30.5. 1890.
Johanna Sofia
f. 4.9 1892
Alexandra Christina
f. 18.9 1895
Aksel Frits
10. mai 1901
Sigrid Hansina
f. 19.2. 1905


Kelda:
Losjan Støt Viljen 100 ár



Komandi hósdag
verður greitt frá Sámal á Krákusteini, okkara mest kenda politist