Elisabeth nýggjur stjóri á ALS

33 ára gamla Elisabeth Oscarsdóttir Gaardbo tekur við sum stjóri á ALS 1. januar

1. januar ár 2000 tekur Elisabeth Oscarsdóttir Gaardbo við sum nýggjur sjóti á Arbeiðsloysisskipanini. Elisabeth O. Gaardbo er 33 ára gomul og er útbúgvin civiløkonomur frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

Nýggji stjórin á ALS er ikki heilt ókendur við arbeiðið á stovninum. Hon hevur nevniliga starvast á ALS síðani 1996. Eftir eitt ár í starvinum gjørdist hon deildarleiðari á Tryggingardeildini hjá Arbeiðsloysisskipanini, og árið eftir gjørdist hon eisini deildarleiðari á Ávísingardeildini.

Í oktober í ár fekk Elisabeth harumframt leiðsluábyrgdina fyri fiskavirkisskipanini eftir innanhýsis bygnaðarbroytingar.

ALS lýsti í november eftir nýggjum stjóra, eftir at Allan Skaalum, sum hevur verið stjóri seinastu tvey árini, segði seg úr starvinum. Allan Skaalum tekur við starvi sum stjóri á grafiska virkinum, Repro-Z, 1. januar.