Tað má vera sera óbehagiligt, at so verturin næstan leypur á tey. Fyri mær virkar tað, sum at hann hevur eitt endamál,, og tað er at tippa munnin á teimum og sjálvur vera tann, sum er í fokus. Og hóast hetta ikki skuldi verið meiningin hjá honum, so er tað tann uppfatan, vit vanligu hyggjarar hava. Havi verið saman við eitt sindur av fólki seinastu dagarnar í ymiskum samanhangum, og tosið er hvørja ferð komið inn á hesar sendingar, og útrykkini eru m.a. "forferdiligar sendingar".
Eitt aftrat Katrin Petersen. Man kann gott vera kritiskur og tó hóligur. Tað eru tíbetur nógvir aðrir journalistar, sum eru tað.









