Føroyska radiostjørnan Elis Poulsen er aftur í ár farin á stóra dansibandfestivalin í Noregi.
Festivalurin, sum verður kallaður Seljordfestivalen, byrjaði týskvøldið og heldur fram til sunnukvøldið 6. juli.
Elis Poulsen boðar á Facebook frá, at hann longu hevur møtt sínum fyrsta føroyingi og hann hevur lagt ikki fyrri enn 95 myndir út frá mikudegnum í Seljord.
Fríggjakvøldið sendir Elis Poulsen sendingina Upp á Tá beinleiðis úr Seljord.
Eins og undanfarin ár býr Elis Poulsen í húsvogni, og við honum á ferðini er konan, Jonna Krog Poulsen.











