Elis live umborð og live tónleikur í landi

Tá Norrøna í kvøld kemur á Vág, verður sendingin Upp Á Tá send beinleiðis av Norrønu, meðan hon liggur við bryggju í Vági. Elis fær gestir og eisini eru dansarar úr dansistovugaman við.

Tá liðugt er umborð, ber til at halda fram, tí á bryggjuni í Vági, nevnilga í Bowlinghøllini, spæla Hjalmar og Dagfinn.

 

Heilt fitt hevur verið gjørt burturúr, nú Norrøna hevur siglt á Vág. Tónleikur við Ólavi á Váli Olsen hevur verið umborð í vikuskiftunum, og fólk hava havt møguleika at vitja umborð og hugna sær. Skipað hevur so eisini verið fyri í landi og hevur hetta eydnast sera væl. siga fyriskiparar.

Nú er so síðsta vikuskifti, í hvussu er í hesum umfarinum, at Norrøna vitjar Vág, og í kvøld er Elis á skránni, og livandi tónleikur er í Bowlinghøllini bæði í kvøld og leygarkvøldið, og tá spæla Sjúrður og Guðrið og eisini dagfinn og Hjalmar.