Elinborg í Listaskálanum

Síðsta leygardag lat stórfingin framsýning upp í Listaskálanum við verkum eftir grafikaran Elinborg Lützen, sum andaðist í 1995.

Listasavn Føroya hevur fingið allar stokkar, tað vil siga linoleumsklichéirnar, ið lógu eftir Elinborg Lüzen, tá ið hon var farin, frá arvingum hennara. Jan Andersson, grafiskur tøkningur, hevur prentað fýra eintøk av hesum stokkum á Grafiska Verkstaðnum í Listaskálanum.

Prentini skulu brúkast til savnseintøk, til framsýningar og tílíkt. Jan Andersson hevur brúkt sama pappír og somu svertu, sum Elinborg plagdi at brúka, og tað hevur eydnast honum at fáa prentini at líkjast hennara so væl, at til ber ikki at síggja mun.