Elinborg leggur lag til norska sjónvarpslýsing

– Tað er sjálvandi ótrúliga stuttligt og spennandi at hoyra sín føroyska tónleik verða brúktan í norskari reklamu, sigur Elinborg Pálsdóttir

Tá nýggja sjónvarpslýsingin fyri veðurtænastuna YR er at síggja á skerminum hjá norska NRK, so er tað við einum lagi hjá føroysku Elinborg í bakgrundini. Talan er um lagið "Landið sum eingin sær".

Hetta er komið í lag í samstarvi við føroyska plátufelagið Mahogni Music Publishing, sum arbeiðir fyri at fáa líknandi møguleikar í lag.

– Tað er sjálvandi ótrúliga stuttligt og spennandi at hoyra sín føroyska tónleik verða brúktan í norskari reklamu, sigur Elinborg í viðmerking til in.fo.

– Og eg eri sera errin av, at vera ein partur av Mahogni Music Publishing, sum hevur givið mær møguleikan, sigur hon. 

Tú kanst síggja lýsingina, har Elinborg er at hoyra í, her: 

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?height=476&amp;href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fmahognimusic%2Fvideos%2F146919643776986%2F&amp;show_text=false&amp;width=476" width="476" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowfullscreen="true" allow="autoplay; clipboard-write; encrypted-media; picture-in-picture; web-share"></iframe>