Elinborg hevur vaskað fyri kommununa í 41 ár

Meginpartin av tíðini hevur Elinborg Højgaard vaskað í Tofta skúla.

 

Elinborg Højgaard á Toftum hevur verið í starvi sum vaskifólk hjá Nes kommunu í samfull 41 ár.

 

Um stutta tíð rundar hon tey sjeyti, og nú hevur hon valt at gevast eftir hesa longu tíð í starvi.

 

- Meginpartin av tíðini hevur Elinborg Højgaard vaskað í skúlanum, siga tey í Nes kommunu.

 

Í gjár var fráfaringarløta fyri trúgva og drúgva starvsfelaganum. Løtan var í Tofta skúla.

 

Her nýtti borgarstjórin, Súni í Hjøllum, høvi vegna Nes kommunu at takka henni fyri áralongu tænastuna.

 

Borgarstjórin ynskti Elinborg Højgaard alt tað besta og framhaldandi blíðan byr á lívsleiðini.