Elinborg arbeiðir við nýggjari fløgu

Nú verður skjótt meiri at hoyra frá ungu tónleikakvinnuni, ið vann heiður á FMA í ár.

Í fjør gav Elinborg sína fyrstu útgávu út, ein EP, sum kallast "Spor". "Spor" varð sera væl móttikin, og síðani tá hevur unga tónleikakvinnan úr Syðrugøtu spælt nógvar konsertir kring landið. Hon fekk eisini heiðurin sum ársins live einstaklingur á FMA í ár.

 


Nú er Elinborg farin í holt við eina nýggja EP. Hon hevur longu givið eitt staklag av útgávuni út, sum kallast "Kvirran", og nú er annað staklagið av EP'ini, "Um eg kundi", eisini koyrt í umferð og verður tøkt á Spotify og iTunes í næstum.

 


Eftir ætlan kemur nýggja EP'in út fyrst í næsta ár. Tankin er so at savna "Spor" og nýggju útgávuna, og geva tær út sum eina LP.

 


Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava lagt tónleikin til rættis. Upptøkurnar eru gjørdar í upptøkuhølunum hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv, og tað er Jens L. Thomsen, ið hevur ljóðblandað, meðan Jan Eliasson hevur masterað.