Góðu omma og abbi, eg vil her nýta høvi til at ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við føðingardøgunum 22. juli 2003 og 22. oktober 2003.
Eg vil takka tykkum fyri, at tit tóku meg til tykkum og fyri at hava givið mær eina góða uppaling við tryggum rammum. Takk fyri alt ið tit hava lært meg um kristindóm og um lívið. Tað havi eg havt nógv gagn av á mínari ferð.
Eg kann minnast á mangar góðar løtur frá mínum barnaárum ? eg kann nevna, at tá eg sum barn var biltúr við tykkum, og tit sungu sangir fyri mær. So hugnaligt tað var. Tað vóru heimsins bestu biltúrar. Eg átti serliga nógvar løtur í bussinum saman við tær, abbi, tað var so stuttligt at koyra skopunarbørnini heim og í skúla. Tá var niðurlagið "Abbin svinga". Tað var bara stuttligt.
Tit bæði hava verið mínar fyrimyndir og eru tað enn. Saman eru tit bæði mín klettur.
Eg vil enn einaferð ynskja tykkum tillukku, og mítt ynski skal vera, at tit fáa nógv góð ár saman framyvir við gleðistundum. Takk fyri alt tit hava verið og eru fyri meg. Takk fyri tykkara kærleika og góðsku til mín og mína familju.
Beinta










