Elin Petursdóttir Andreasen hevur teknað ársins jólamerkjaark.
Arkið ímyndar prýðislutir, ið hanga frá eini stong. Vit síggja fleiri av gomlu, klassisku jólaprýðunum, sum trummurnar, góðgætisstavin og mistilteinin.
Fimtar jólamerki eru í arkinum hjá Posta.
Avlopið av søluni fer til Jólamerkjagrunnin, sum hevur til endamáls at stuðla tiltøkum fyri børn og ung í Føroyum. Jólamerkjagrunnurin lat millum annað 330.000 krónur til Barnaheimið í 2015, so børnini kundu fara á skíðferð til Noregs.