Elin í Stórustovu er 8. mars kvinnan 2009

Lesarar á Kvinna.fo vóru ikki í iva um, hvør skuldi vera 8. mars kvinnan í 2009. Elin í Stórustovu lá klárt á odda í atkvøðugreiðsluni. Dómsnevndin kom til sama úrslit. Elin í Stórustovu er tí 8. mars kvinnan 2009.

Annleyg Lamhauge, blaðstjóri á Kvinnu, handaði Elini vøkru 8. mars hálssmúkkuna, sum Niels L. Arge hevur gjørt serliga til 8. mars kvinnuna.

- Eg eri bæði kløkk og rørd, segði ein tíðiliga fegin Elin í Stórustovu, tá Kvinna kom á gátt at heiðra hana. - Tá tú stingur nøsina fram og ert nógv frammi í fjølmiðlunum, so er skjótt at fáa nøkur klams yvir fingrarnar, og tað havi eg eisini fingið. Tí vermir hendan viðurkenningin nógv, sigur Elin.

Grundgevingarnar hjá dómsnevndini fyri at hava skotið Elina í Stórustovu upp vóru hesar:

?Elin er ein ung kvinna, sum ikki fýrir fyri at taka sera eym mál upp í almenna rúminum.

Elin er við til at broyta hugburðin hjá føroyingum um, hvat er tabu og ikki. Hon fær ung til at tosa um kropp og seksualitet, og ger at ungar kvinnur gerast meiri seksuelt tilvitaðar og frígjørdar.?

Dómsnevndin leggur í kjósanini afturat, at Elin ger ein stóran mun í tilvitanini hjá unga ættarliðnum av gentum og kvinnum. Júst hetta arbeiðið hevur so ómetaliga stóran týdning fyri framtíðar støðuna hjá føroysku kvinnuni.

Í dómsnevndini sita: Urd Johannesen, Tina K. Jakobsen, Turid Debes Hentze og Annleyg Lamhauge.

Kvinna ynskir Elini í Stórustovu hjartaliga tillukku við heiðrinum stendur í tíðindaskrivi frá blaðnum. Eisini Portalurin ynskir starvsfelaganum Elini tillukku.