Elin stýrir Brotinum

- Tað var ikki ein spurningur um, hvør lívsleiðin fór at vera. Tú varð bara kastað út í hetta. Her var einki at tosa um. Eg byrjaði í fyritøkuni hjá okkum sum stór smágenta, og heilt síðan eg var 14 ára gomul, hevur handilslívið verið mín gerandislutur, sigur Elin á Torkilsheyggi, sum í dag stýrir stóra matvøruhandlinum Brotinum í Saltangará

TIL ARBEIÐIS

Hon er ikki stór í vavi, men skjót, arbeiðssom, glað og fyrikomandi. Úti hevur hon krevjandi arbeiði sum handilsleiðari í stórum matvøruhandli, hon er í bygdaráðnum á øðrum skeiði, syngur í kóri og er aktiv í samkomu. Heima við hús er hon bóndakona, og hon røktar hagan saman við manninum, tá høvið býðst.
Tað er undrunarvert, at samdøgnið røkkur til hennara rúgvusmiklu dagsskrá.

Langir dagar
- Farin í song? Nei, tað er so langt frá. Eg eri akkurát komin til hús. Arbeiði sum handilsleiðari krevur næstan 12 tímar av døgninum. Men mær dámar hetta so serstakliga væl, og eg eri bangin fyri, at eg trívist ov væl, um tað ber til at siga so.
Tað er mikukvøld, og klokkan nærkast 23, tá vit ringja til Elina á Torkilsheyggi, sum júst hevur sett seg við borðið at fáa sær ein bita eftir lokið dagsverk.
Elin er ættað úr Syðrugøtu. Mamman var Elin Maria Gregersen, fødd og uppvaksin í Heiðunum, tey róptu. Pápin var kendi vinnulívsmaðurin, Ólavur Gregersen, sum legði lunnar undir Tøtingarvirkið í Syðrugøtu miðskeiðis í sekstiárunum.
- Vit eru seks systkin, fimm systrar og ein beiggi. Foreldrini høvdu nógv virksemi við spinnaríi, handli og skipum.
Elin sigur, at her var tað ikki ein spurningur um, hvør lívsleiðin fór at vera. Tú varð bara kastað út í hetta. Tað var einki at tosa um, sum hon tekur til.
- Eg byrjaði í fyritøkuni hjá okkum sum stór smágenta, og heilt síðan eg var 14 ára gomul, hevur handilslívið verið mín gerandislutur.

Stór umbroyting
Fyri 29 árum síðan giftist Elin við Leivuri á Torkilsheyggi á Nesi, sum tá hevði tikið garðin hjá pápanum yvir. Tey eiga fýra børn, tríggjar gentur og ein drong.
- Á garðinum vóru eisini mjólkneyt, men hesi vórðu tikin av, tá Leivur tók yvir. Síðan hava vit bara havt seyð.
Tað var ein stór umbroyting hjá Elini at skula flyta úr Syðrugøtu, har hon búði millum fjøll og út á Nes, har eingi fjøll eru, og tú sært beint út á sjógv.
- Tankin at flyta út á Nes var ikki sørt ræðandi, tí eg visti slett ikki, um eg fór at trívast. Tá segði pápi við meg, at eg altíð kundi byggja mær eini hús, tí tey fóru ikki at missa virðið kortini. Men álvaratos. Mær hevur dámað so heilt ótrúliga væl í umhvørvinum her, og eg kenni meg so ómetaliga væl móttiknað av fólkinum um hesar leiðir.
Elin sigur, at tvey av børnunum hjá teimum hava fingið sær grundøki í kommununi, og tað fer ikki at undra hana, um hini bæði eisini enda við at seta búgv í Nes kommunu.

Elin og Brotið
Síðan 1997 hevur Elin á Torkilsheyggi arbeitt í matvøruhandlinum Brotinum í Saltangará. Tá var handilin nýggjur, og hon hevur soleiðis verið við øll árini, síðan handilin av fyrstan tíð læt dyrnar upp.
Hon byrjaði sum vanlig handilskvinna, men gjørdist skjótt dagligur leiðari, og hesa uppgávu røkir hon framvegis við stórum ágrýtni og hegni.
- Fyri fleiri árum síðan keypti Niels Mortensen handilin og hevur umbygt hann til tann nútímans og frálíka matvøruhandil, sum hann er í dag. Eftir stóra og umfatandi út-og umbygging kundu vit soleiðis fyri einum ári síðan lata upp ein spildurnýggjan handil, her alt er vorðið nógv rúmligari, og at kalla alt er nýtt.
Elin á Torkilsheyggi sigur, at eini 12 fólk tilsamans arbeiða í Brotinum, men tað er bara hon, sum er fulla tíð.
- Fólk arbeiða í skiftivaktum. Nøkur arbeiða ¾-tíð, onnur hálva tíð, summi bara onkran dag, og so hava vit eisini skúlanæmingar, sum hjálpa til, tá mest er at gera.
Hon vísir á, at Brotið er partur av SMS-samtakinum, men handilin verður rikin sjálvstøðugt.
- Tað eru tó stórir fyrimunir við, at vit eru partur av hesum samtaki. Í Brotinum fáa viðskiftafólk tríggjar prísflokkar av flestu vørum. Tú kanst keypa bíligastu vøru, miðalvøruna, og tú kanst eisini keypa dygdarvøru og gjalda eitt sindur meiri. Soleiðis er konseptið hjá okkum skrúvað saman, sigur handilsleiðarin, sum heldur, at hetta riggar óføra væl.
Elin á Torkilsheyggi sigur, at viðskiftafólkini hjá Brotinum eru nógv økt í tali, síðan handilshølini gjørdust størri, betri og vakrari.
- Vit hava viðskiftafólk, sum bara keypa dygdarvøru, og vit hava fólk, sum halda seg til bíligastu vørurnar. Í Brotinum fáa fólk eina góða uppliving, og vit ganga høgt uppí, at støðið er høgt. Fólk fáa nógv fyri eyguni í snotuligu hølunum, og vit leggja stóran dent á, at dygdin á vørunum er í hásæti.

Hon stórtrívist
Handilsleiðarin sigur seg vera sera væl nøgda við síni starvsfólk, harav onkur hevur verið í Brotinum heilt síðan byrjan, og onnur hava verið í fleiri ár.
- Sjálvt um eg havi verið í handilsvinnuni heilt síðan 14 ára aldur, dámar mær bara betri og betri hetta lívið – og kanska dámar mær hetta ov væl, sum Elin tekur til.
Handilsleiðarin í Brotinum hevur eisini alt gott at bera síni leiðslu við Niels Mortensen á odda.
- Eg havi ein fyrimyndarliga góðan stjóra, sum er sera góður at samstarva við, sigur Elin á Torkilsheyggi.