Tað siga tær í samrøðu við Sosialin í dag. Solby Christiansdóttir fer í annað starv í næstum. Hon skal samskipa Oyggjaleikirnar, sum vera í Føroyum í 2027, og tí fer hon í farloyvi úr starvinum í Kringvarpinum til eftir Oyggjaleikirnar.
Av tí sama hava hon og Elin Henriksen boðað Kringvarpsleiðsluni frá, at tær gevast við málteiginum.
Í Sosialinum í dag er samrøðu við tær báðar í hesum sambandi.
Seinastu seks árini hava tær báðar verið ímyndin av sera vælumtóktu sendingini, sum at kalla allir føroyingar hava tikið til sín.
– Elin Henriksen er ein formidlari av Guds náði, hon dugir øgiliga væl, er øgiliga vælvitandi, og hevur eina breiða almenna vitan, er øgiliga djørv, og hevur torað at tikið spurningar frá lurtarum í beinleiðis sending uttan fyrireiking, sigur Solby Christiansdóttir millum annað serfrøðingin í føroyskari mállæru, sum hon hevur havt afturat sær í vælumtóktu sendingini seinastu seks árini.
Í Sosialinum í dag er eisini Vinnan, har Sosialurin millum annað hevur verið ein túr í Húsareynstunlinum, sum næstan er boraður ígjøgnum – og ein túr eftir nýggja innkomuvegnum. Vegurin, sum skal leiða og fordeila ferðsluna inn til býin, sum verður klárur at taka í nýtslu 1. november í ár.
Lesið um hetta og annað mangt í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo