Elin og Ásmundur gullbrúdleyp

Nú eru nakrar vikur síðani tey høvdu gullbrúdleyp, sum tey hildu í Danmark. Men vit loyva okkum kortini at rógva afturáaftur.

24. apríl 2004 høvdu Elin og Ásmundur Vágsheyg Johannesen í Havn verið gift í hálvt hundrað ár. Tey eru kend fólk í høvuðsstaðnum. Øll tey, sum stóran part av seinnu helvt av síðstu øld gingu í Hoydølum, munnu komast við tey.
Elin er fødd 12. apríl í 1931. Foreldrini hjá henni vóru Hildigarð, sum var dóttur Guðný og Jóannes bónda í Kirkjubø og Pauli Dahl, yvirlækni, sum var ættaður úr Vági. Ásmundur er føddur 4. september í 1930, og hann er ættaður úr Klaksvík. Foreldrini hjá honum vóru Anna Malena Vágsheyg úr Klaksvík og Jógvan Sigurd Johannesen, sum var ættaður úr Skopun.
Ásmundur leyk matematiskt studentsprógv í 1950, tá ið studentaskeiðið húsaðist á VBV. Í 1954 leyk hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Hann var fyrstu árini lærari í Kommunuskúlanum, Millum- og Realskúlanum og á Argjum frá 1956 og til 1964. Í 1964 fór Ásmundur í starv á studentaskúlanum, sum tvey ár frammanundan var fluttur niðan í Hoydalar, og tað var har uppi, at Elin og hann vóru tey flestu av teirra virkisárum.
Ásmundur var lærari í realskúlanum, og seinni undirvísti hann á HF skeiðnum, sum varð sett á stovn í 1974. Elin var á skrivstovuni og var harvið frá miðskeiðis í seksti árunum og fram í níti árini við til at mynda skúlan bæði innanhýsis og úteftir. Frá 1966 og til 1979 undirvísti Elin eisini í fimleiki.
Frá 1971 og fram til 1991 var Ásmundur fyristøðumaður á kostdeildini í Hoydølum. Elin var húsmóðir á kostdeildini og kostlærarinna á gentudeildini, og tey bæði búðu saman við børnunum í ovastu hæddini í nýggja húsi á gamla Sanatorinum.
Elin og Ásmundur luttóku nógv í Havnar Fimleikarafelag, tá ið tey vóru upp á tað besta, og 1958-1959 var Ásmundur formaður í felagnum. Fyrstu royndirnar við flogbólti í Føroyum mundu vera á Læraraskúlanum og Studentaskúlanum. Ásmundur var formaður í flogbóltsdeildini hjá ÍSF 1968-1972, og harvið var hann eisini stjórnarlimur í ÍSF.
Elin gekk undan í at skipa fyri tiltøkum til frama fyri trivnaðin millum kostnæmingarnar í Hoydølum. Eitt nú var hon uppií at skipa fyri hungaløtum, og í tí sambandinum syrgdi hon fyri, at limir úr Havnar Sjónleikarafelag komu í Hoydalar at lesa upp, skemta og siga frá ymiskum.
Elin hevur á báðum síðum politikk við sær í familjuviðførinum. Pápin var eitt skifti undir krígnum tingmaður fyri Fólkaflokkin, valdur í Suðuroyar valdømi, og á hinari síðuni var Jóannes Patursson abbi. Elin hevur ikki verið uppi í partapolitikki. Men hon hevur av og á givið seg til kennar í almenna orðaskiftinum, og hon hevur dugað væl at skriva beinrakið.
Elin og Ásmundur eiga trý børn. Pauli í Sandagerði, lærari, er elstur. Hann býr í Vejle. Anna Erenbjerg, laborantur, er í miðjuni. Hon býr í Nakskov, og Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi, sum er yngstur, býr í Hoyvík. Barnabørnini hjá Elini og Ásmundi eru ellivu - seks dreingir og fimm gentur.