Elin og MonkeyRat

Um lítlan hálvan tima fara tvey so ólík tónafyribrigdi, sum Elin B. Heinesen og MonkeyRat á pall í høvuðsstaðnum.

Í kvøld hevur  vokal-og-bass duettin úr MonkeyRat, Anna Iachino og Arnold Ludvig, konsert í Sirkus saman við Elin Brimheim Heinesen.


MonkeyRat túraði seinasta mánaða kring singer/songwriter umhvørvið í Keypmannahavn. 




Tey framførdu m.o. nýggj løg nýggjasta lagið "Ba Da Bing, Ba Da Boom, Ba Da Boom Boom Bass" umframt eitt úrval av teimum tveimum MonkeyRat útgávunum, “Fuck The Jante Law” og “Sunshine”




Í kvøld hava tey fyri fyrstu ferð konsert í Sirkus; Anna og Arnold saman við heilt serliga gestasangaranum Elin Brimheim Heinesen. 
Elin kemur at framføra nøkur av sínum egnu væl umtóktu løgum við Arnoldi á bassgittara.



Konsertin byrjar kl 21.