Elin Lindenskov: Vit eru eingin bólkur longur

?Eg fari ikki at stilla upp saman við Tórfinn Smith aftur, sigur Elin Lindenskov, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

Tórshavnar býráð
Heri á Rógvi

Tórshavn: Elin Lindenskov er ikki fegin um nýkomnu støðunam, har hon nú er vorðin einsamalt umboð fyri Javnaðarflokkin í andstøðu í Tórshavnar býráð. Hennara partamaður, Tórfinn Smith, er nevniliga farin uppí samgonguna við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.
?Eg dugi ikki at síggja, at vit eru nakar bólkur longur, sigur Elin Lindenskov.
Hon fekk ikki nakað tilboð um at koma uppí borgarligu samgonguna í Tórshavnar býráð.
?Hevði eg fingið tilboðið, so hevði eg viljað kjakast um tað, men eg hevði gjørt tað einsamøll, staðfestir Elin Lindenskov.
Nevndin í Suðurstreymoyar javnaðarfelag hevði fund í gjárkvøldið, eftir at blaðið fór til prentingar.
Elin Lindenskov hevur eisini boðað stjórnini í Javnaðarflokkinum frá nýkomnu støðuni og hennara ón?d.
?Hetta er skaðandi fyri umdømið hjá Javnaðarflokkin og skaðandi fyri samstarvið í andstøðuni. Vit eru vald fyri Javnaðarflokkin og skulu umboða flokkin, sigur Elin Lindenskov.
Hon visti av, at Tórfinn Smith hevði fingið eitt tilboð um at koma uppí samgonguna, og hon skilir, at hann hevur bíðað til eftir løgtingsvalið. Tað var tó ikki við hennara góða vilja, at hon móttók eitt teldubræv sunnukvøldið, har Tórfinn Smith boðaði frá, at hann var farin uppí samgonguna.
Elin Lindenskov heldur annars ikki, at samgongan í býráðnum hevur fingið nakað sum helst burturúr. Andstøðan hevur harafturímóti virkað væl.

Mynd: ?Hetta er skaðandi fyri umdømið hjá Javnaðarflokkin og skaðandi fyri samstarvið í andstøðuni. Vit eru vald fyri Javnaðarflokkin og skulu umboða flokkin, sigur Elin Lindenskov.