Hon sendi beinleiðis av Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn meðan stóra showið varð hildið har. Men longu dagin fyri stóra showið hitti Elin stjørnu vertinum Justin Timberlake. Tey bæði vóru farin inn á sama McDonalds. Justin var har saman við tveimum av sínum lívverjum, og Elin greiddi frá, at bæði Justin og lívverjarnir tyktust sera fryntligir. Orsøkin til at MTV verturin valdi at fara á McDonalds, nú hann var í Keypmannahavn, er ivaleyst tann, at hann er andlitið hjá McDonalds. Men kanska eisini ein trongd at fáa okkurt heimligt, nú hann var staddur so langt heimanífrá.