Elin Heðinsdóttir Joensen heldur flaggrøðu í Sørvági

Ymsastaðni kring landið verður skipað fyri flaggdagshaldi flaggdagin, og soleiðis er eisini í Sørvági.

 

Flaggdagshald verður í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla, kl. 14:00 týsdagin 25. apríl.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, flytir fram røðu, og Sørvágs Tónleikarafelag spælir.


Skrúðgonga fer frá Skúlanum kl. 13:40.


Næmingar og foreldur í 8. flokki skipa fyri kaffisølu og tombola.