Meðan Katrin Dahl Jakobsen er í New York á ST-aðalfundi, so hevur fingið farloyvi úr løgtinginum. Hetta merkir so, at varamaður hennara, sum í hesum førinum er ein varakvinna, kemur í hennara stað.
Talan er um Elin Lindenskov. Hon hevur drúgvar royndir frá Tórshavnar býráð, har hon hevur sitið síðani 1992. Hon gjørdist nummar trý á listanum hjá Javnaðaflokkinum á løgtingsvalinum seinast við 191 atkvøðum. Hetta var fyrstu ferð, at Elin Lindenskov stillaði upp til eitt løgtingsval. Seinasti mikudag tók Elin Lindenskov sæti á tingi.