Elin forkvinna í teknisku nevnd

Tekniska nevnd í býráðnum í Tórshavn hevur havt sín fyrsta fund í gjár, og hevur skipað seg við roynda kommunalpolitikaranum Elini Lindenskov sum forkvinnu og Sigrun Mohr sum næstforkvinnu.

Elin Lindenskov hevur drúgvar royndir sum kommunalpolitikari, og hevur seinastu 8 árini verið forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini. Sigrun Mohr er nýggj í kommunalpolitikki.

Hinir limirnir eru Helena Dam á Neystabø, sum eisini er nýggj í kommunalpolitikki, Marin Katrina Frýdal, sum seinastu 8 árini hevur verið forkvinna í teknisku nevnd, og Boði Andreasen, sum var formaður fyri byggi- og býarskipanarnevndini í trý ár í seinasta valskeiði.

Nývalda býráðið samdist um stórar broytingar í politiska bygnaðinum, har størsta broytingin er á tekniska økinum, nú tríggjar nevndir - byggi- og býarskipanarnevndin, heilsu- og umhvørvisnevndin og tekniska nevnd - eru lagdar saman í eina nýggja tekniska nevnd.

- Tað er tí við stórum spenningi, vit nú fara til verka, sigur nýgga forkvinnan í teknisku nevnd, Elin Lindenskov.

- Tað er ikki bert henda samanleggingin av nevndum, sum er nýggj. Almenna byggisamtyktin hjá Tórshavnar kommunu, sum varð gjørd í 1973, og sum vit í 3 ár hava arbeitt við at endurskoða, varð góðkend av Innlendismálaráðnum beint fyri jól í 2012, og er nu komin í gildi.

- Í 2012 fingu vit eisini nýggja tilbúgvingarlóg, og 1. april 2013 kemur nýggja byggilógin í gildi, samstundis sum vit vænta at fáa nýggju landsbyggireglugerðina til hoyringar frá landsstýrinum í næstum.

- So tað eru nógv nýggj viðurskifti, sum gera seg galdandi fyri nýggju teknisku nevndina. Og tað verða uttan iva nógvar nýggjar og spennandi avbjóðingar hjá okkum, sigur Elin Lindenskov at enda.