Elin er starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum

Elin Hanusardóttir Wang tók 1. apríl við starvinum sum starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum.

 

46 ára gomu og mamma at trimum børnum, hevur hon seinastu seks árini arbeitt hjá Tórshavnar Kommunu, seinastu trý árini sum starvsfólkaleiðari. Áðrenn hon fór til Tórshavnar Kommunu arbeiddi hon á Blákrossheiminum.

 

Elin Hanusardóttir Wang er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur síðani tikið skeið í kognitivari atferðsterapi. Hon hevur eisini ein mastergrad í coaching og leiðslu.

 

850 fólk starvast á Landssjúkrahúsinum og sum starvsfólkaleiðari hevur Elin H. Wang ábyrgd av øllum starvsfólkaøkinum og lønardeildini, eins og sjúklingajournalskipanini og granskingarøkinum.

 

-  Tað er eitt sindur sum at koma heim aftur, tí tá eg lærdi í Føroyum, arbeiddi eg á sjúklingaskrivstovuni. Eg vænti, at mín bakgrund sum sjúkrarøktarfrøðingur fer at hjálpa mær í starvinum, við tað at eg havi góða kunnleika til bæði arbeiðsplássið og fakøkið sum heild, sigur Elin Hanusardóttir Wang.