Í morgin klokkan 15 skipar Havnar Arbeiðarafelag, sum siður er, fyri 1. maidagshaldi á Vaglinum í Havn.
Røðarar í ár verða Elin Sørensen nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, Absalon Hansen nevndarlimur í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Heðin Mortensen tinglimur fyri Javnaðarflokkin.
Og sum siður eisini er spælir Havnar Hornorkestur millum røðurnar, og tulkatænasta verður við tulki.
Nevndin í Havnar Arbeiðarafelag heitir á fólk um at møta fjølment.










