Í kvøld kl.23.30 verður stóra finalan í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, sum fyri hundraðtals milliónir hyggjarar kring heimin eisini er eitt tiltak, har tey hittast og gera okkurt burturúr kvøldinum.
Eisini í Føroyum hevur Super Bowl hug at vinda upp á seg, og vit hava spurt nakrar føroyingar hvussu teir fara at halda Super Bowl, sum í ár er ímillum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs.
Les eisini: Alt tú skalt vita um Super Bowl
Navn: Eliesar Olsen
Hvussu leingi hevur tú fylgt við amerikanskum fótbólti?
- Eg spældi mítt fyrsta Madden-spæl í 2004. Eg minnist, at tá eg fór í skúla á Strondum, at har vóru nakrir sum fylgdu væl við, og eg plagdi at spyrja teir um tað. Men áhugin at hyggja byrjaði ordiliga í 2008.
Hvat er tað við amerikanskum fótbólti, sum hugtekur teg?
- Mær dámar sera væl spenningin í hvørjum dysti, har eitt "play" kann blíva dystaravgerandi fyri bæði liðini. So dámar mær eisini væl mátan, sum NFL-konseptið er bygt upp, har tað ikki hevur nakað at siga hvussu nógvir pengar eru í, men at tað eru draft, free agent og trade, sum avgera nógv. Eisini er tað stuttligt at tað vánaligasta liði tað eina árið kann blíva millum tey bestu næsta árið. Og at tú hevur so nógvar ymsar typur av monnum sum spæla, líka mikið um tú ert stórur, lítil, klænur ella tjúkkur. Allir hava eina uppgávu, sum teir mugu loysa.
Hvørjum liði heldur tú við, og hvussu væl fylgir tú við?
- Eg haldi við Atlanta Falcons, og eg fylgi sera væl við. Eg síggi hvønn dyst teir spæla, líka mikið hvat klokkan dysturin er. Og tá offseason er, fylgi eg sera væl við hvørjar leikarar teir kunnu drafta úr college og fara eftir í free agency. Eg fylgi eisini sera væl við hvat annað hendir í NFL, og haldi at eg kenni teir allarflestu leikararnar runt í deildini.
Hvat væntar tú tær av Super Bowl í ár, og hvør væntar tú vinnur?
- Fyri at siga akkurát sum er, so veit eg slettis ikki hvat eg skal vænta. Men tað verður uppá nógvar mátar ein sera áhugaverd Super Bowl. Tú hevur “ The GOAT”, Tom Brady, sum skal spæla ímóti “Baby GOAT”, Patrick “Mahomeboy” Mahomes. Tampa Bay hevur spælt sera gott defense gjøgnum playoffs, meðan Kansas City vísti aftur stórspæl í AFC-finaluni móti Bills. Men teir mangla báðar tackles, og eg vænti at báðir pass rushararnir hjá Buccaneers, sum sackaðu Rodgers fimm ferðir, fara at gera dagin hjá Mahomes harðan. Hann má spæla ein av sínum bestu dystum, um Chiefs skulu vinna. Eg vænti ein sera áhugaverdan dyst. Eg vænti ikki nógv stig, har Brady enn einaferð hevur eitt game winning drive, sum endar við einum field goal. 23-20.
Hvussu fert tú at halda Super Bowl í ár?
- Vit eru níggu mans, sum fara at samlast, grilla heimagjørd BBQ-marionerað høsnarungalør við ananas til forrætt. Síðan gera vit sliders burgarar við trimum ymsum kjøti, pulled pork, lambskjøt stokt á pannu og marioneraðar høsnabringur, tvey sløg av coleslaw og trý sløg av dressingi. So dagurin byrjar tíðliga at fyrireika og gera matin.









