Eliesar Arge til minnis

Í desember mánað 2007 andaðist Essa Arge, 82 ára gamal.

Essa mundi vera mest kendur fyri sítt starv sum skurðlækni á Landssjúkrahúsinum, men hann var eisini ítróttarmaður, og høvdu badminton og golf hansara serliga áhuga.


Millum aðra ítrótt, ið Essa eisini fekst við, men sum kanska ikki so nógv vita um ella hava gloymt, telist eisini fimleikur. Hann gjørdi fimleik við mannfólkaliðinum hjá Fimleikafelagnum Ljósinum í sjeytiárunum, tá felagið enn var ungt. Essa var eisini virkin á tí fyrisitingarliga økinum í fimleikahøpi, tí hann var nevniliga fyrsti formaður í Fimleikafelagnum Ljósinum og var við til at stovna felagið í 1975. Hann var eisini fyrsti formaður í Føroya Fimleikasambandi, tá tað varð sett á stovn í 1980.


Essa var giftur við Lydiu, ið bæði var uppruni til Ljósið og drívmegi í felagnum í mong ár, so helst hevur tað verið ein háttur at stuðla konuni, at hann tók við álitinum at vera formaður. Hann var formaður í nøkur ár, og var hetta í eini tíð, tá fimleikaframsýningar drógu nógv fólk til sín, og feløg ferðaðust kring landið at sýna fram. Essa var eisini partur av hesum framsýningum, har hann m.a. “passaði musikkin”, og tað eru fleiri av gomlu limum felagsins, ið minnast aftur á hesa tíðina sum stuttliga og minnisríka.


Og hóast tað eftirhondini eru nøkur ár, síðan Essa var formaður og beinleiðis vardi av felagnum, so mugu vit siga, at fáur var so trúgvur til framsýningarnar sum Essa, tí tað munnu vera fáar sýningar, ið eru farnar aftur við borðinum, har Essa og Lydia ikki hava verið at sæð millum áskoðararnar.


Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Essa Arge


Fimleikafelagið Ljósið