Hondbóltssambandið boðar í kvøld frá, hvørjir teir 16 eru, sum fríggjakvøldið fara at royna seg í fyrsta HM undankappingardystinum, sum verður ímóti Luksemborg.
Tað er at leggja til merkis, at Elias E. á Skipagøtu, sum tað hevur verið stórur ivi um, tí hann er skaddur, er ikki á listanum. Heldur ikki Kjartan Johansen, sum fyri stuttum er komin fyri seg, eftir at hava verið darvaður av skaða, er á listanum til dystin ímóti Luksemborg.
Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis:
Hesir 16 spæla móti Luksemborg.
Úr 22-mans hópinum hava landsliðsvenjararnir úttikið hesar 16 leikarar til fyrsta dystin í HM-undankappingini fríggjakvøldið kl. 19.30.
Talan er um tríggjar dystir dag um dag, har venjararnir hava møguleika at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar. Við hesum hava venjararnir møguleikan fordeila kreftirnar og at vanda sær um leikararnar, sum dragast við smásnuddir.
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71
Vinstru vengur:
Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)
Høgru vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF
Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)
Bakkar:
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF
Umframt Elias E. á Skipagøtu og Kjartan Johansen eru hesir fýra í hópinum ikki á listanum ímóti Luksemborg: Tórður S. Guttesen, Leivur Mortensen, Allan Norðberg og Pætur Mikkjalsson.