Elias í Vági í Klaksvík 80 ár

Mikudagin 25. juni fyllir Elias í Vági í Klaksvík 80 ár.

Elias er føddur í Syðrugøtu og flutti til Klaksvíkar sum hálvtannað ára gamal. Hann er sonur Jacobinu, f. Jacobsen, úr Syðrugøtu, og Niels Hjemsten úr Vági í Klaksvík. Elias róði út undir krígnum og nakað eftir kríggið. Eftir tað sigldi hann t.d. við Atlantsfarinum og trolarunum Dragaberg og Jóannes Patursson. Frá 1961-66 arbeiddi hann á Føroya Bjór og frá 1966-69 hevði hann renovatiónina í Klaksvík. Eftir tað sigldi hann sum avloysari við sjúkrabátinum Medicus og arbeiddi sum sjálvstøðugur við egnum lastbili í umleið 10 ár. Seinni bleiv hann settur í fast starv hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyrst sum stýrimaður síðan sum skipari á sjúkrabátinum Medicus, hetta starv røkti hann í 17 ár, til hann bleiv 70 ár. Eftir tað sigldi hann við útróðrarbátinum Søkanum í 3 ár. Hann egndi eisini fyri Søkan í nøkur ár. Nú egnir hann fyri útróðrabátin Bjørgvin. Seinastu 28 árini hevur hann verið grindaformaður í Klaksvík. Í 1947 giftist Elias við Magnhild, f. Hansen, úr Køkinum, í Norðragøtu. Tey eiga fýra børn, Elias Hjemsten, sum býr í Klaksvík, Jeanne Rubeksen, sum býr í Norðdepli, og Niels Juuel og Martin í Vági, sum báðir búgva í Klaksvík.