Elias í stórformi tá Sävehof vann seg í meistaraskapsfinalurnar

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði níggju mál tá Sävehof vann stórsigur á Lugi í tí triðju hálvfinaluni

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof verður annað liðið í meistaraskapsfinalunum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við ikki færri enn níggju málum, ið vann triðju hálvfinaluna á heimavølli móti Lugi við stórsigri 40-27. Longu í steðginum var Sävehof á odda við 20-12. 

Størsta blaðið í Vestur-Svøríki, Göteborgsposten skrivar, at Elias setti brotskøstini so trygt í málið, at ein skuldi ikki trúð, at hann hevði gjørt annað. 

Sävehof vinnur hálvfinaluuppgerðina har spælt verður best av fimm við 3-0 í dystum.

Mótstøðuliðið hjá Sävehof í meistaraskapsfinalunum verður antin Skövde ella Kristianstad. Har er Skövde á odda 2-0 aftaná tvær tær fyrstu hálvfinalurnar.

Skövde kann tryggja sær sætið í meistaraskapsfinalunum við at vinna á Kristianstad í morgin. 

Meistaraskapsfinalurnar verða leiktar aftaná landsliðssteðgin.

Nú fer Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið vinnur í ringasta føri silvur í sínum fyrsta kappingarári í bestu svensku hondbóltsdeildini at spæla EM-undankappingardystir móti Russlandi og Kekkia í komandi viku.