Elias skoraði heili 14 mál í grannauppgerð

Sävehof vann greitt á lokala arvafíggindanum, Redbergslid

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga. Í kvøld skoraði Elias heili 14 mál uppá 20 málroyndir tá lið hansara, Sävehof á heimavølli í Partille vann greiðan 34-25 sigur á lokala arvafíggindanum, Redbergslid í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað merktist, at tað var ein hørð grannauppgerð. Ikki færri enn 13 útvísingar vóru í dystinum. Bara í fyrra hálvleiki hevði Redbergslid fimm útvísingar. 

 

Sävehof var á odda 15-12 í steðginum. Elias skoraði heili átta mál í fyrra hálvleiki.

 

Komandi týskvøld klokkan 17.45 verður ársins dystur í Partille. Tá verður oddadystur millum Sävehof og Magdeburg í bólki C í EHF European League. Magdeburg hevur undan dystinum níggju stig meðan Sävehof hevur átta stig. 

 

Støðan

 

Nr.                  LiðDystirVJT+/-Stig+/-
1 IK Sävehof131012398 - 3462152
2 IFK Kristianstad13922381 - 3252056
3 IFK Skövde HK12903359 - 3301829
4 Ystads IF HF13814386 - 3481738
5 Alingsås HK13643366 - 3501616
6 HK Malmö13625369 - 361148
7 Hammarby IF HF13616385 - 379136
8 Eskilstuna Guif IF13607352 - 38112-29
9 IF Hallby HK13517342 - 35911-17
10 Lugi HF13508350 - 35110-1
11 HK Aranäs14428365 - 40310-38
12 IFK Ystad HK13247346 - 3848-38
13 Önnereds HK13319349 - 3927-43
14 Redbergslids IK132110352 - 3915-39