Leingi var tað javnt í tí fyrstu hálvfinaluni av fimm møguligum millum Sävehof og Lugi í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í steðginum var Sävehof bert á odda við einum máli 18-17.
Í seinna hálvleiki hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu eitt megnaravrik fyri Sävehof við at skjóta sjey mál og við leggja upp til onnur mál hjá Sävehof. Elias snøgt sagt raseraði verjuna hjá útiliðnum.
Sävehof dróg frá seinastu løtuna og endaði við at sigra 34-28 á Lugi, og er á odda 1-0 í hálvfinaluuppgerðunum.
Sebastian Karlsson gjørdist tó toppskjútti hjá Sävehof við 10 málum.
Komandi sunnudag verður onnur hálvfinalan millum Lugi og Sävehof leikt í Lund.