Elias og Sävehof vunnu grundspælið - Kjartan sleppur undan beinleiðis niðurflyting

Talan gjørdist um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag

Savnsmynd: Poli Hansen

Savnsmynd: Poli Hansen

Tað var ein framúr dagur hjá føroyingaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof vann 29-26 á botnliðnum, IFK Ystad á útivølli. Í steðginum var Sävehof á odda 12-11. Elias skoraði fýra mál fyri Sävehof í dag.

 

Samstundis tapti einasti kappingarneytin í stríðnum um fyrsta plássið, Kristianstad 26-30 (12-15) fyri Redbergslid á heimavølli. Tað merkir, at Kristianstad kann ikki longur røkka fyrsta plássinum. Sävehof hevur 41 stig, og Kristianstad kann í mesta lagi fáa 39 stig.

 

Kjartan Johansen gjørdi góðan mun fyri Önnered og skoraði seks mál, tá Önnered á heimavølli vann 31-24 á Aranäs. Í steðginum var Önnered á odda 14-8.

 

Sigurin merkir, at Önnered hevur 17 stig á fjórðaftasta plássinum, seks stig meira enn IFK Ystad sum er aftast í deildini við 11 stigum. Tað er bara aftasta liðið sum flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. IFK Ystad kann í mesta lagi fáa 13 stig, og tí eru teir í Önnered vísir í at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Kjartan og liðfelagarnir skulu sum støðan er nú spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr næstbestu deildini. 

 

Týskvøldið spælir Sävehof næstseinasta dystin í grundspælinum á útivølli móti Alingsås.

 

23. mars verður seinasta umfarið í grundspælinum. Tá skal Kjartan saman við hinum í Önnered royna seg móti Andreas Palicka og hinum hjá Redbergslid.

 

Sama dag er toppuppgerð í Partille millum Sävehof og Kristianstad. 

 

STØÐAN:

 

Nr.                  Lið: DystirVJT+/-Stig+/-
1 IK Sävehof (vinnari av grundspælinum)242013745 - 63941106
2 IFK Kristianstad251735710 - 6353775
3 Ystads IF HF241527710 - 6593251
4 IFK Skövde HK231526677 - 6273250
5 HK Malmö231328661 - 6242837
6 Alingsås HK231058652 - 6322520
7 Hammarby IF HF2311210663 - 657246
8 Lugi HF238411629 - 63220-3
9 Eskilstuna Guif IF2410014664 - 71720-53
10 IF Hallby HK247512623 - 66919-46
11 Önnereds HK257315703 - 74317-40
12 Redbergslids IK257315690 - 74217-52
13 HK Aranäs255317636 - 71913-83
14 IFK Ystad HK253517651 - 71911-68

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd: Poli Hansen

Savnsmynd: Poli Hansen