Elias og Sävehof taptu tepurt fyri Magdeburg

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál móti oddaliðnum í týsku bundesliguni

Skal ein paralellur takast til fótbóltin ber helst til at siga, at týska bundesligan er "Premier League" í hondbólti, tann sterkasta tjóðarligan sum fær nógva eksponering. 

 

Oddaliðið í týsku bundesliguni, Magdeburg vitjaði í kvøld Sävehof í dysti í European League sum var leiktur í Partille í kvøld. Talan var um ein útsettan dyst.

 

Magdeburg vann 29-26 á Sävehof. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál fyri Sävehof uppá sjey málroyndir. Elias fekk eisini tvær útvísingar.

 

Í byrjanini skelkaði Sävehof Magdeburg og var á odda 7-2, men so kom týska liðið fyri seg.

 

Í steðginum var javnleikur 11-11, og liðini fylgdust til støðuna 14-14 í seinna hálvleiki. Men so dróg Magdeburg frá til 15-18 og 17-21, og eitt skiftið hevði Magdeburg eina leiðslu uppá 24-18. Sävehof stríddi seg uppá 24-27 og 26-28, men nærri komu Elias og liðfelagarnir ikki. 

 

Sävehof skoraði 26 mál uppá 47 málroyndir. 

 

Magdeburg er oddalið í bólki C við 11 stigum fyri seks dystir. Sävehof og Nexe úr Kroatia hava átta stig. La Rioja úr Spania hevur fimm stig, Gorenje úr Slovenia hevur trý stig. Aftast er franska liðið, Aix við einum stigi. Fýra tey ovastu liðini vinna seg víðari, so møguleikarnar hjá Sävehof skuldu verið góðir at vunnið seg víðari í kappingini.

 

15. februar spælir Sävehof á útivølli móti La Rioja. 

 

Longu fríggjakvøldið spælir Sävehof fyrru hálvfinaluna í svensku steypakappingini móti Kristanstad á heimavølli. 

 

Komandi dystur hjá Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini verður móti Malmø á útivølli komandi sunnudag.