Elias og Sävehof hava góða leiðslu undan seinnu steypafinaluni

Sävehof hevur eina sjeymálsleiðslu við sær til seinnu steypafinaluna, ið verur leikt í Partille leygardagin

Elias Ellefsen á Skipagøtu sæst her í einari verjustøðu (Mynd: sydsvenskan.se)

Elias Ellefsen á Skipagøtu sæst her í einari verjustøðu (Mynd: sydsvenskan.se)

Í fjør gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu svenskur meistari við Sävehof.

 

Nú hevur Elias ein sera góðan møguleika at vinna svensku steypakappingina.

 

Elias og liðfelagarnir í Sävehof vunnu greiðan 37-30 sigur á Lugi á útivølli í kvøld, og hava tí ein greiðan fyrimun til seinnu steypafinaluna á heimavølli í Partille, ið verur spæld leygardagin klokkan 14.10. SVT Sport vísir dystin.

 

Í steðginum var Sävehof á odda 19-17. 

 

Tað gekk væl hjá Eliasi í dag, ið skoraði sjey mál, og legði upp til mál hjá viðleikarunum. 

 

Kenda hondbóltssíðan í Svøríki handbollskanalen.se metir Elias vera tann triðbesta spælaran á vøllinum í kvøld. Sambært Handbollskanalen skoraði Elias nógv vøkur mál og hevði góðar sendingar til sínar viðspælarar.

 

Handbollskanalen dregur eisini fram Sebastian Karlsson hjá Sävehof, og Casper Käll hjá Lugi sum saman við Eliasi eru tær tríggjar stjørnurnar í tí fyrru steypafinaluni. 

 

 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu sæst her í einari verjustøðu (Mynd: sydsvenskan.se)

Elias Ellefsen á Skipagøtu sæst her í einari verjustøðu (Mynd: sydsvenskan.se)