Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í bestu svensku hondbóltsdeildini, Sävehof er nú bert ein hálvfinalusigur frá at vinna seg í meistaraskapsfinalurnar.
Sävehof vann stórsigur í aðru hálvfinaluni móti Lugi har spælt verður best av fimm dystum.
Sävehof vann á útivølli í Lund heili 34-22 á Lugi. Í steðginum var Sävehof á odda 14-11.
Úrslitið merkir, at Sävehof hevur nú vunnið tvær tær fyrstu hálvfinalurnar og er á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðini.
Vinna Elias og liðfelagarnir triðju hálvfinaluna, ið verður á heimavølli fríggjadagin klokkan 17, so hevur Sävehof vunnið seg í meistaraskapsfinalurnar.
Elias gjørdi sítt í dag við at skora seks mál og leggja upp til onnur mál hjá Sävehof. Haraftrat vann Elias í verjustøðu onkrar bóltar tá Lugi var í álopsstøðu, so Sävehof kundi fara í mótálop.
Gzim Salihi gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum.
Størsta blaðið í Göteborg, Göteborgsposten skrivar, at 19 ára gamli Elias "vísti eingin tekin uppá ungdommiligar nervar".
Í hinari hálvfinaluuppgerðini er Skövde á odda 2-0 móti Kristianstad aftaná sigrar í tveimum teimum fyrstu hálvfinaluuppgerðunum.
Nú krossa allar Hondbólts-Føroyar fingrar og tær fyri, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof tryggja sær finalusessin komandi fríggjadag.
HER ber til at lesa tað sum Göteborgsposten skrivar um dystin í Lund.