Elias og Olle Ek stórspældu tá Sävehof sigraði á útivølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagin, Olle Ek fáa góðar rósur frá Göteborgsposten aftaná 30-27 útisigur á Skövde

Mynd: gp.se

Mynd: gp.se

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof eru einsamallir á odda í bestu svensku hondbóltsdeildini aftaná sera góðan 30-27 útisigur á Skövde. Sävehof var á odda 13-10 í steðginum.

 

Frá størsta skrivliga miðlinum í vestra Svøríki, Göteborgsposten fáa Elias og nýggi liðfelagin, Olle Ek sera nógvar rósur fyri framúr gott spæl, og undirstrikar Göteborgsposten, at Olle Ek við átta málum og Elias við sjey málum vóru sera avgerandi fyri, at tað koppaði til ein sigur til Sävehof í kvøld.

 

Göteborgsposten orðar seg m.a. soleiðis: "anförda av en färöisk trollkarl i form av Elias á Skipagötu och nyförvärvet Olle Ek, de satte 15 mål tillsammans, höll Sävehof undan och segrade med 30–27.".

 

Komandi hóskvøld taka Elias og liðfelagarnir móti Hammarby í Partille.

 

Sävehof hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Teimum á baki koma seks lið við fýra stigum. Eitt av teimum er Hammarby. 

 

 

 

 

 

Mynd: gp.se

Mynd: gp.se