Í kvøld tóku føroysku EM-hetjurnar, Elias Ellefsen á Skipagøta, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof móti Ystad í Partille.
Talan var um 1. hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini, har spælt verður best av fimm dystum.
Sävehof vann dystin 31-26 aftaná at hava verið á odda 15-13 í steðginum.
Stóra blaðið í økinum, Göteborgsposten er ikki í iva. Yvirskriftin í kvøld ljóðar: "Sävehof besegrade Ystads IF efter Elias á Skipagötus uppvisning" (Sävehof vinnur aftaná uppvísning frá Eliasi).
Elias skoraði heili 12 mál og legði upp til seks onnur mál. Blaðunga systkinabarnið, Óli slapp upp í part og skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.
Í samrøðu við Göteborgsposten sigur Elias, at tað er týdningarmikið, at teir í Sävehof koma niður á jørðina beinavegin, tí eftir Eliasa tykki er Ystad besta liðið í deildini.
Liðini spæla 2. hálvfinaluna suðri í Ystad komandi mánakvøld klokkan 18. Elias heldur í samrøðuni, at nú mugu teir í Sävehof fara at fyrireika seg væl, tí talan verður um ein sera torføran útidyst.