TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á Rás2 við U21-landsliðsvenjaran, Eli Hentze aftaná Føroyar høvdu tapt 0-3 ímóti Danmark á Tórsvølli fyrr í dag.
2) Samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á Rás2 við U21-áleyparin, Jákup Thomsen aftaná Føroyar høvdu tapt 0-3 ímóti Danmark á Tórsvølli fyrr í dag.
Eli Hentze er ikki væl nøgdur við tann leikliga partin hjá føroyska liðnum, men hann er nøgdur við arbeiðsavrikið og hugburðin. Eli Hentze staðfestir, at danska liðið var framúr gott, og vann ein uppibornan sigur.
- Vit spæla ein flottan fyrra hálvleik, men ein lítil feilur ger, at vit fara aftur um. Í øðrum hálvleiki megna vit tíverri ikki at fylgja við, tá teir seta ferðina upp og skifta síðu skjótt, segði Jákup Thomsen.