Súkkling
Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri tveimum súkklukappingum, einum einkultstarti og einari í landavegkoyring.
Fríggjakvøldið royndu menn seg á tí sokallaða FM-teinum, ið er teinurin frá Tórshavn til Kaldbak og heimaftur, tvs. góðar 30 km.
Eli hevur ment seg nógv seinasta árið, og hann koyrdi tí sín besta einkultstart nakrantíð fríggjadagin. Hann koyrdi teir 30 km við tíðini 45 minuttir og 11 sekund, og vann hann tí ein tryggan sigur. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, ið kom á mál góðan hálvan minutt seinni. Hinvegin er hetta langt frá bestu tíðini hjá Gunnar, ið hevur metið á júst hesum teininum við tíðini 41 minuttir og 52 sekund.
Metið á teininum er tó munandi betri enn hetta. Bestu tíðina setti Rógvi Johansen, tá hann í 2000 súkklaði teinin í 41 minuttum og 5 sekundum.
Tann bert 15 ára gamli Torkil Veyhe gjørdist nummar trý, og eisini hann setti persónligt met.
Leygardagin løgdu súkklararnir til brots aftur. Hesu ferð bleiv kappast í landavegkoyring, og teinurin gekk úr Havn, gjøgnum bergholið til Kollafjørð, til Vestmanna, og síðan eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Komnir til Havnar gekk leiðin niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum Langa og síðan oman eftir Hvítanesvegnum. Teinurin runt í Havn skuldi koyrast tvær ferðir, íalt 85 km. Málið var við Plantusøluna.
Gunnar royndi nakrar ferðir at sleppa undan hinum súkklarunum, men Eli hevði aftur ein góðan dag, og hvørja ferð svaraði hann aftur promte, og fekk Gunnar aftur. Saman við Sigmund Olsson fylgdust teir til Oyggjarvegin. Nú gingu kreftirnar undan hjá Sigmundi, og Eli og Gunnar hildu tí leiðina fram til Havnar. Tað bleiv til ein endaspurt millum hesar báðar, og aftur leygardagin var tað Eli ið vann ein tryggan sigur. Nummar trý gjørdist Esmar Joensen, ið eins og Eli, var sera væl koyrandi leygardagin.