Sunnudagin byrjar landskappingin hjá monnum, sum nú eitur Betri deildin. Fyrsti gesturin í FSF Varpinum, í samband við Betri deildina hjá monnum, er Eli Hentze. Hann hevur sítt boð uppá, hvørji lið koma at kappast um FM, og hvørji enda í botnstríðnum
Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Bóltsnillingurin av Sandoynni metir eisini um 1. umfar í Betri deildini, sum verður sunnudagin. Skulu vit trúgva honum, so verður tað eitt spennandi umfar, tí í øllum tippingunum hevur hann hug at ivast.
FSF Varpið burturlutar eisini bóltin, sum hevur fylgt sendingini ein stóran part av kappingarárinum í fjør. Nógvir kendir spælarar hava skrivað á bóltin.
Betri deildin menn:
Sunnudagin:
TB/FCS/Royn – NSÍ (15.00)
HB – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – Skála (15.00) Beinleiðis á Rás2
EB/Streymur – B36 (15.00)
AB – 07 Vestur (15.00)
Betri deildin hjá kvinnum byrjar eisini sunnudagin, og har verður spælt soleiðis: B36 - EBS/Skála, B68 - HB og ÍF/Víkingur - KÍ.