Listaframsýning við Eli Smith verður í kirkjuni í Vági leygardagin.
Leygardagin, 17. okt. kl. 16.00, fer Eli Smith at sýna framm nakrar av sínum málningum í kirkjuni. Málningarnir, sum eru eini fimm -seks í tali, eru allir úr Jesu líðingarsøgu.
Eli Smith fer sjálvur at greiða frá málningunum.
Jóannes Nolsøe hevur eisini konsert í kirkjuni um somu tíð.









